Sum meginregla skal ein søkja talgilt um danskan ríkisborgararætt. Ávísir persónabólkar skulu tó nýta eitt pappírsumsóknarblað.
Tó skulu hesir persónsbólkar brúka pappírsumsóknarblað:
Hent skema til ansøgning om dansk statsborgerskab (pdf)
Tá umsóknin er send til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið, fært tú eina váttan og eitt avrit av umsóknini.
Um tú ikki fært eina váttan, ella um gjaldið ikki verður tikið av bankakontu tíni, er umsóknin ikki send rætt. Um so er, verður tú mæltur til at royna at senda umsóknina av nýggjum. Um hetta ikki ber til, skalt tú seta teg í samband við Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið innan 30 dagar frá umsóknin varð skrivað.
Gå til digital ansøgning om dansk statsborgerskab (kræver MitID)
Se vejledning til det digitale ansøgningsskema
Um tú ikki sendir inn ta talgiltu umsóknina beinanvegin, goymir umsóknarskipanin tær innritaðu upplýsingarnar í upp til 30 dagar. Tú kanst sostatt fara í holt við at útfylla umsóknina, hóast tú ikki hevur øll neyðug skjøl tøk.
Hent skema til ansøgning om dansk statsborgerskab (pdf)
Afturvísing av eini umsókn
Um tú sendir inn eina pappírsumsókn og ikki ert fevndur av einum av omanfyri nevndu bólkunum, kann Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið vísa umsóknini aftur. Hetta merkir, at ráðið ikki fer at viðgera umsóknina, og at tú mást søkja umaftur talgilt. Um umsóknin verður afturvíst, fært tú boð og vegleiðing frá ráðnum.
Børn, sum søkja sum meginpersónur
Hesi børn kunnu gerast danskir ríkisborgarar við lóg sum meginpersónur (sum meginumsøkjari):
Læs mere om reglerne for børn, som søger som hovedperson.
Persónar føddir uttan ríkisborgararætt í Danmark
Serligar reglur eru galdandi fyri persónar, sum eru føddir uttan rikisborgarrætt í Danmark, og serliga lagaligar reglur eru galdandi fyri børn undir 18 ár.
Læs mere om reglerne for statsløse født i Danmark
Neyðugar upplýsingar og skjøl
Allir teigar í umsóknini skulu vera fyltir út, og við umsóknini skulu hesi skjøl leggjast hjá:
Gjald
Umsøkjarar, sum búgva í Føroyum ella í Grønlandi, kunnu, um teir ikki hava MitID, lata umsóknina inn á einum pappírsumsóknarblað til løgregluna í Føroyum ella í Grønlandi.
Tá ið tú søkir um danskan ríkisborgararætt og hevur bústað í Føroyum ella í Grønlandi, skalt tú gjalda 4.000 kr.
Gjaldið skal flytast beinleiðis til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið í Danmark. Gjaldið skal sostatt flytast á Danske Bank-kontuna niðan fyri:
Reg.nr.: 0216
Kontonummar: 4069073948
Í teiginum ”boð til móttakara” skal CPR-nummar hjá umsøkjara viðmerkjast. Hevur umsøkjarin ikki CPR-nummar, skal fulla navnið hjá umsøkjara viðmerkjast.
Um goldið verður frá útlendskari bankakontu, skulu upplýsingarnar niðanfyri nýtast:
BIC/SWIFT: DABADKKK
IBAN: DK76 0216 4069 2050 11
Minst til at leggja kvittan fyri gjaldið við, tá ið tú sendir pappírsumsóknina.
Nýtt gjald skal ikki rindast, um tú t.d. sendir eina nýggja umsókn eftir at hava fingið eina umsókn vístað aftur fyrr.
Gjaldið verður ikki afturgoldið, um umsóknin verður viðgjørd, og tú fært afturvísing. Gjaldið verður heldur ikki afturgoldið, um tú tekur umsóknina aftur.
Gev ans, at reglurnar um gjald eru øðrvísi fyri børn, ið søkja sum meginpersónar, og fyri persónar uttan ríkisborgararætt, sum eru føddir í Danmark.
Læs mere om gebyrreglerne for børn, som søger som hovedperson.