Lat umsókn inn

Sum meginregla skal ein søkja talgilt um danskan ríkisborgararætt. Ávísir persónabólkar skulu tó nýta eitt pappírsumsóknarblað.

Tó skulu hesir persónsbólkar brúka pappírsumsóknarblað:

  • persónar, ið búgva uttanlands og ikki hava MitID (umsóknin kann latast inn á donsku sendistovuna í bústaðarlandinum hjá umsøkjaranum)
  • persónar, sum eru umboðaðir av einum partsumboði (t.d. advokati)
  • persónar, ið búgva í Føroyum ella Grønlandi, og sum ikki hava MitID, kunnu lata pappírumsóknina inn til løgregluna í Føroyum ella Grønlandi.

Hent skema til ansøgning om dansk statsborgerskab (pdf)

Hent skema til ansøgning om dansk statsborgerskab for personer bosat på Færøerne eller i Grønland (pdf)

Tá umsóknin er send til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið, fært tú eina váttan og eitt avrit av umsóknini.

Um tú ikki fært eina váttan, ella um gjaldið ikki verður tikið av bankakontu tíni, er umsóknin ikki send rætt. Um so er, verður tú mæltur til at royna at senda umsóknina av nýggjum. Um hetta ikki ber til, skalt tú seta teg í samband við Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið innan 30 dagar frá umsóknin varð skrivað.

Gå til digital ansøgning om dansk statsborgerskab (kræver MitID)

Se vejledning til det digitale ansøgningsskema

Um tú ikki sendir inn ta talgiltu umsóknina beinanvegin, goymir umsóknarskipanin tær innritaðu upplýsingarnar í upp til 30 dagar. Tú kanst sostatt fara í holt við at útfylla umsóknina, hóast tú ikki hevur øll neyðug skjøl tøk.

Hent skema til ansøgning om dansk statsborgerskab (pdf)

Afturvísing av eini umsókn

Um tú sendir inn eina pappírsumsókn og ikki ert fevndur av einum av omanfyri nevndu bólkunum, kann Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið vísa umsóknini aftur. Hetta merkir, at ráðið ikki fer at viðgera umsóknina, og at tú mást søkja umaftur talgilt. Um umsóknin verður afturvíst, fært tú boð og vegleiðing frá ráðnum.

Børn, sum søkja sum meginpersónur

Hesi børn kunnu gerast danskir ríkisborgarar við lóg sum meginpersónur (sum meginumsøkjari):

  • børn, sum ikki hava møguleika at gerast danskir ríkisborgarar saman við øðrum foreldrinum
  • ávís ættleidd børn
  • børn, ið eru fødd uttan fyri hjúnalag av útlendskari móður og donskum pápa í tíðarskeiðnum frá 11. oktober 1993 til og við 30. juni 2014
  • børn, sum ikki eru vorðin danskir ríkisborgarar vegna samveruslit
  • børn, sum eru fødd uttan ríkisborgararætt í Danmark

Læs mere om reglerne for børn, som søger som hovedperson.

Persónar føddir uttan ríkisborgararætt í Danmark

Serligar reglur eru galdandi fyri persónar, sum eru føddir uttan rikisborgarrætt í Danmark, og serliga lagaligar reglur eru galdandi fyri børn undir 18 ár.

Læs mere om reglerne for statsløse født i Danmark

Neyðugar upplýsingar og skjøl

Allir teigar í umsóknini skulu vera fyltir út, og við umsóknini skulu hesi skjøl leggjast hjá:

  • avrit av passi (bara síðan við passmynd og upplýsingum um teg)
  • avrit av tíðarmarkleysum uppihaldsloyvi
  • avrit av integratiónssamrøðu ella samrøðusamandrátti frá løgregluni í Føroyum ella í Grønlandi, ella royndar- ella prógvavrit sum skjalprógv fyri førleikum í donskum
  • avrit av prógvi fyri loknað ríkisborgararættarroynd
  • møgulig læknaváttan, um tú av heilsuávum vilt biðja um undantak frá krøvunum um førleika í donskum, loknað ríkisborgararættarroynd og/ella fíggjarligt sjálvbjargni. Í løtuni finst eingin grundlæknaváttan
  • skjalprógv fyri foreldramyndugleika, um eitt barn undir 18 ár er fevnt av umsóknini sum eykapersónur. Um tú ert gift/ur við øðrum av foreldrinum hjá barninum/børnunum, skalt tú ikki senda skjalprógv fyri foreldramyndugleika, um tit hava felags foreldramyndugleika í hjúnalagnum.

Gjald

Umsøkjarar, sum búgva í Føroyum ella í Grønlandi, kunnu, um teir ikki hava MitID, lata umsóknina inn á einum pappírsumsóknarblað til løgregluna í Føroyum ella Grønlandi.

Tá ið tú søkir um danskan ríkisborgararætt og hevur bústað í Føroyum ella í Grønlandi, skalt tú gjalda 1.200 kr. Goldið verður til løgregluna, tá ið tú letur umsóknina inn.

Um umsóknin verður latin inn gjøgnum ta talgildu umsóknarskipanina, skalt tú rinda við Dankorti, Visa, Mastercard ella MobilePay. Tað er umráðandi, at gjaldið kann knýtast at røttu umsóknini. Tí skal títt cpr-nummar altíð síggjast, sama hvørt navn stendur á kortinum. Umsøkjarar í Føroyum skulu altíð senda kvittan við fyri umsóknargjaldið.

Um tú letur eina pappírsumsókn inn, skal gjaldið flytast til Útlendinga- Integrasjónsmálaráðið á hesa kontu í Danske Bank: Reg.nr.: 0216, kontonummar: 4069073948. Í teiginum ”Meddelelse til beløbsmodtageren” (”Boð til móttakaran”) skalt tú skriva títt cpr-nummar. Kvittan fyri gjaldið skal sendast við, tá ið tú sendir pappírsumsóknina.

Um goldið verður frá útlendskari bankakontu, skulu hesar upplýsingar nýtast:

BIC/SWIFT: DABADKKK
IBAN: DK76 0216 4069 2050 11

Nýtt gjald skal ikki rindast, um tú t.d. sendir eina nýggja umsókn eftir at hava fingið eina umsókn vístað aftur fyrr.

Gjaldið verður ikki afturgoldið, um umsóknin verður viðgjørd, og tú fært afturvísing. Gjaldið verður heldur ikki afturgoldið, um tú tekur umsóknina aftur.

Gev ans, at reglurnar um gjald eru øðrvísi fyri børn, ið søkja sum meginpersónar, og fyri persónar uttan ríkisborgararætt, sum eru føddir í Danmark.

Læs mere om gebyrreglerne for børn, som søger som hovedperson.

Læs mere om gebyrreglerne for statsløse født i Danmark