Lýkur tú bústaðartreytirnar

Fyrrverandi danskir ríkisborgarar, sum búgva í Danmark, Føroyum ella Grønlandi, kunnu fáa danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan.

Um tú fyrr hevur verið danskur ríkisborgari og lýkur ávísar treytir, kanst tú fáa danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan.

Tú kanst fáa danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan, um tú:

  • fekk danskan ríkisborgararætt við føðing
  • hevur búð í Danmark, Føroyum ella Grønlandi til 18 ára aldur, og
  • hevur havt fastan bústað í Danmark, Føroyum ella Grønlandi seinastu tvey árini

Gjørt verður vart við, at tað er eitt krav, at tú hevur mist tín danska ríkisborgararætt samb. § 7, sum var galdandi tá, um at missa rættin til danskan ríkisborgararætt orsakað av øðrum ríkisborgararætti.

Bústaðarkravið í Danmark, Føroyum ella Grønlandi merkir, at talan skal vera um seinasta steðg í samfeld 2 ár. Styttri frávera (t.d. frítíðarferðir) forðar tó ikki fyri, at tú kanst vinna danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan.

Hevur tú búð í einum av hinum Norðurlondunum (Íslandi, Finnlandi, Noregi ella Svøríki) til 12 ára aldur, verður hetta javnmett við bústað í Danmark, Føroyum ella Grønlandi.

Tú kanst eisini fáa danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan, um tú:

  • eftir at hava mist danskan ríkisborgararætt framvegis hevur verið ríkisborgari í einum av hinum Norðurlondunum
  • hevur bústað í Danmark, Føroyum ella Grønlandi

Dentur verður í fyrsta umfari lagdur á upplýsingar í Det Centrale Personregister (CPR), tá mett verður um bústaðartíðarskeið í Danmark.

Um tú býrt í Føroyum ella Grønlandi, kann ein bústaðarskrásetingarváttan frá bústaðarkommununi ella frá Landsfólkayvirlitinum verða nýtt sum grundarlag. Støði verður tikið í faktiska innferðardegnum í Føroyum ella Grønlandi.

Les meira her: Hvis man opfylder bopælsbetingelserne.

Serligt viðvíkjandi eykapersónum

Fyri at eitt barn samstundis kann fáa danskan ríkisborgararrætt, er tað ein treyt, at annað av foreldrunum hevur part í foreldramyndugleikanum, at barnið er ógift, undir 18 ár og býr í ríkinum. Harumframt krevst, at barnið lýkur somu levnaðarkrøv, sum verða kravd av foreldrunum. Um barnið stendur undir felags foreldramyndugleika, skal hin foreldramynduleikaánarin geva sítt samtykki til, at barnið fær ríkisborgararætt saman við tí av foreldrunum, ið gevur fráboðanina.

Fyri eitt ættleitt barn er tað eisini eitt krav, at ættleiðingin lýkur galdandi donskum lógum.

Boða frá

Býrt tú fast í Føroyum, tá ið boðad verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Føroyum:

https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/indfoedsret/statsborgerskab-ved-erklaering/

Býrt tú fast í Grønlandi, tá ið boðað verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Grønlandi:

https://www.rigsombudsmanden.gl/sagsomraader/indfoedsret/

Gjørt veður vart við, at ein fráboðan um danskan ríkisborgararætt kostar 1.100 kr.

Vegleiðing um fráboðanarskjalið og spurningar um viðgerðartíð vm. fæst hjá Ríkisumboðnum í Føroyum og Ríkisumboðnum í Grønlandi.