Serligar reglur eru galdandi fyri børn, tá ið tað kemur til at fáa danskan ríkisborgararætt.
Eitt barn, sum er føtt frá og við 1. juli 2014, fær automatiskt danskan ríkisborgararætt frá burði, um faðirin, móðurin ella sammóðurin eru donsk. Fyri børn, sum eru fødd áðrenn hesa dagfesting, veldst tað um ta lóggávu, sum var galdandi, tá ið barnið varð føtt.
Læs mere om automatisk erhvervelse af dansk statsborgerskab
Sum byrjanarstøði kann eitt barn bara gerast danskur ríkisborgari við upptøku í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt sum eykapersónur – tað vil siga saman við øðrum av foreldrunum.
Læs mere om børns erhvervelse af dansk statsborgerskab som biperson
Eitt barn kann tó gerast danskur ríkisborgari við upptøku í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt sum meginpersónur – tað vil siga einsamalt – um barnið ikki hevur møguleika at verða upptikið sum eykapersónur hjá øðrum foreldrinum.
Harumframt eru serligar reglur galdandi fyri ávísar bólkar av børnum, ið kunnu gerast danskir ríkisborgarar sum meginpersónar. Hetta er millum annað galdandi fyri ávís ættleidd børn.
Ein vanlig treyt fyri, at eitt barn kann gerast danskur ríkisborgari sum meginpersónur og sostatt vera fevnt av teimum serligu treytunum, sum eru galdandi fyri børn, er, at barnið er undir 18 ár, tá ið lógaruppskotið verður samtykt. Tó er eitt undantak galdandi fyri persónar, sum eru føddir uttan fyri hjúnalag av útlendskari móður og donskum pápa.
Læs mere under børns erhvervelse af dansk statsborgerskab som hovedperson
Serligar reglur eru galdandi fyri børn uttan ríkisborgararætt fødd í Danmark.
Læs mere om erhvervelse af dansk statsborgerskab for statsløse børn født i Danmark