Viðgerðin av umsóknum um ríkisborgararætt við lóghevur í nógv ár verið skipað soleiðis, at ein meiriluti í danska fólkatinginum í einum sáttmála hevur lýst tær treytir, sum skulu vera loknar, fyri at ein umsøkjari kann verða upptikin í lógaruppskoti um fráboðan umríkisborgararætt.
Útlendinga- og integratiónsmálaráðið fer sumbyrjanarstøði ikki at viðgera umsóknir um danskan ríkisborgararætt fyrr enn eftir fólkatingsvalið, tá ið greitter, hvørjar treytir verða galdandi fyri viðgerð av málum um danskan ríkisborgararætt við lóg.
Fyri at fáa danskan ríkisborgararætt skalt tú lúka ávísar treytir, t.d. viðvíkjandi fíggjarligum sjálvbjargni, uppihaldi í Danmark, førleika í donskum og kunnleika um Danmark.
Serligar reglur eru galdandi fyri børn, tá ið tað kemur til at fáa danskan ríkisborgararætt.
Serligar treytir eru fyri fólk við ongum ríkisborgaraskapi, sum eru fødd í Danmark og søkja um danskan ríkisborgararætt.
Sum meginregla skal ein søkja talgilt um danskan ríkisborgararætt. Ávísir persónabólkar skulu tó nýta eitt pappírsumsóknarblað.
Les meira um málsviðgerðartíð av umsókn um danskan ríkisborgararætt við lóg hjá Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum her.