Hevur tú sum fyrrverandi danskur ríkisborgari mist tín danska ríkisborgararætt sambært fyrr galdandi § 7 í lógini um danskan ríkisborgararætt við at søkja um annan ríkisborgararætt áðrenn 1. septembur 2015, kanst tú í tíðarskeiðinum frá 1. juli 2021 til 30. juni 2026 fáa danskan ríkisborgararætt aftur við at lata Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum eina skrivliga váttan.
Tú kanst fáa danskan ríkisborgararætt aftur við fráboðan, um tú fyrr hevur verið danskur ríkisborgari og ikki sum fyrrverandi danskur ríkisborgari lýkur onnur fráboðanarhøvi. Harumframt skalt tú:
Fyri fyrrverandi danskar ríkisborgarar yvir 22 ár og føddir uttanlands, og har tað ikki er tikin avgerð um prógv fyri varðveitslu sambært § 8 í donsku ríkisrættarlógini, tá ið viðkomandi fylti 22 ár, er tað harumframt ein treyt, at viðkomandi hevur búð í Danmark, Føroyum ella Grønlandi í minst 3 samanfeldar mánaðir ella havt ein steðg í ríkinum í minst 1 ár til samans, áðrenn viðkomandi fylti 22 ár.
Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at talan er um eina tillagingarskipan, sum bara er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. juli 2021 til 30. juni 2026. Tí er tað bara í hesum tíðarskeiði, at fráboðan eftir hesari skipan kann latast inn.
Les meira her: Hvis man ikke opfylder bopælsbetingelserne (overgangsordning).
Serlig atlit viðvíkjandi eykapersónum
Fyri at eitt barn samstundis kann fáa danskan ríkisborgararætt, er tað ein treyt, at annað av foreldrunum hevur part í foreldramyndugleikanum, at barnið er ógift, undir 18 ár og býr í ríkinum. Harumframt krevst, at barnið lýkur somu levnaðarkrøv, sum verða kravd av foreldrunum. Um barnið stendur undir felags foreldramyndugleika, skal hin foreldramynduleikaánarin geva sítt samtykki til, at barnið fær ríkisborgararætt saman við tann av foreldrunum, ið gevur fráboðanina.
Fyri eitt ættleitt barn er tað eisini eitt krav, at ættleiðingin fylgir galdandi donskum lógum.
Býrt tú fast í Føroyum, tá ið boðað verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Føroyum:
https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/indfoedsret/statsborgerskab-ved-erklaering/
Býrt tú í Grønlandi, tá ið boðað verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Grønlandi:
https://www.rigsombudsmanden.gl/sagsomraader/indfoedsret/
Gjørt verður vart við, at ein fráboðan um danskan ríkisborgararrætt kostar 1.100 kr.
Vegleiðing um fráboðanarskjalið og spurningar um viðgerðartíð vm. fæst hjá Ríkisumboðnum í Føroyum og Ríkisumboðnum í Grønlandi.