Statsborgerskab

Ríkisborgararættur

Útlendskir ríkisborgarar

Ein útlendskur ríkisborgari kann bara fáa danskan ríkisborgararætt við lóg. Tað merkir, at bara Fólkatingið kann veita einum útlendingi danskan ríkisborgararætt. Hetta verður rópt at fáa ríkisborgararætt við lóg.

Danskir ríkisborgarar

Summi fólk fáa automatiskt danskan ríkisborgararætt við føðing, um foreldrini giftast, ella við ættleiðing. Ávís krøv eru til at varðveita danskan ríkisborgararætt, og í ávísum førum kann ein missa hann.

Norðurlendskum ríkisborgarum

Ríkisborgarar í Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki kunnu undir ávísum treytum fáa danskan ríkisborgararætt við at lata Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum, Ríkisumboðnum í Føroyum ella Ríkisumboðnum í Grønlandi váttan.

Fyrrverandi danskir ríkisborgarar

Hevur tú verið danskur ríkisborgari fyrr, kanst tú undir ávísum treytum fáa danskan ríkisborgararætt aftur við váttan.