Her kanst tú lesa um reglurnar fyri persónar uttan ríkisborgararætt, sum eru føddir í Danmark, og sum søkja um danskan ríkisborgararætt, áðrenn teir fylla 18 ár.
Um tú ert føddur uttan ríkisborgararætt í Danmark, kanst tú sambært Barnarættindasáttmálan verða upptikin í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt uttan at lúka tær vanligu treytirnar fyri at fáa danskan ríkisborgararætt, um umsóknin verður latin inn, áðrenn tú fyllir 18 ár og hevur bústað í Danmark.
Umsóknarblað
Persónar uttan ríkisborgararætt, sum eru føddir í Danmark, skulu brúka eitt serligt umsóknarblað, tá ið teir søkja um danskan ríkisborgararætt. Umsóknarblaðið skal sendast beinleiðis til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið.
Tað kostar einki fyri umsøkjarar undir 18 ár at lata inn umsókn um danskan ríkisborgararætt.
Hent ansøgningsskema til ansøgning om dansk statsborgerskab ved naturalisation for statsløse (pdf)