Danskur ríkisborgararættur hjá børnum som eykapersónur

Sum byrjanarstøði kann eitt barn bara gerast danskur ríkisborgari við upptøku í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt sum eykapersónur, tað vil siga saman við øðrum av foreldrunum.

Eitt barn kann fáa danskan ríkisborgararætt sum eykapersónur, t.e. saman við øðrum foreldrinum, um barnið lýkur hesar treytir:

  • barnið er ógift
  • barnið er undir 18 ár
  • barnið býr í Føroyum ella Grønlandi og hevur lógligt uppihald, tað vil siga galdandi skrásetingarváttan fyri uppihaldsloyvi (fyri borgarar úr triðjalondum), eitt galdandi uppihaldsskrásetingarskjal (fyri ES-borgarar) ella hevur latið inn umsókn um at leingja galdandi uppihaldsloyvi
  • barnið er ikki ákært fyri ella hevur framt brotsverk, sum útilokar ríkisborgararættin ella gevur bíðitíð
  • tann av foreldrunum, sum barnið verður upptikið saman við í lógaruppskotinum, hevur lut í foreldramyndugleikanum yvir barninum
  • hitt av foreldrunum (um viðkomandi hevur lut í foreldramyndugleikanum) hevur givið samtykki.

Fyri ættleidd børn er tað eisini ein treyt, at ættleiðingin er galdandi sambært donskum rætti.

Um tú hevur spurningar um uppihaldsloyvi ella uppihaldsgrundarlagið hjá tínum barni, kanst tú venda tær til Udlændingestyrelsen ella Styrelsen for International Rekruttering og Integration (fyri ES-borgarar).

Treytirnar fyri eykapersónar skulu vera lúkaðar, tá ið annað av foreldunum fær danskan ríkisborgararætt. Um upptøkan av foreldrinum sum danskur ríkisborgari er treytað av hjáveru í grundlógarsiðahaldi, verður viðkomandi (umsøkjarin) ikki danskur ríkisborgari fyrr enn tá.

Eitt barn, sum ætlast at verða upptikið sum eykapersónur, skal ávísast í umsóknini hjá tí av foreldrunum, sum søkir um danskan ríkisborgararætt við lóg. Einki gjald er fyri eykapersónar.

Um tú vilt hava títt barn/tíni børn við í tína umsókn um danskan ríkisborgararætt eftir, at umsóknin longu er latin inn til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið, skalt tú fylla út váttanina um eykapersónar.

Hent erklæring om bipersoner (pdf)

Hetta er eisini galdandi, um tú longu hevur fingið boð frá Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum um, at tú væntandi verður upptikin í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt, og

  • tú seinni hevur fingið eitt barn ella fleiri børn
  • tú hevur eitt barn ella fleiri børn, ið seinni hava fingið bústað í Føroyum ella Grønlandi
  • tú seinni hevur fingið lut í foreldramyndugleikanum yvir einum barni ella fleiri børnum og nú vilt hava, at barnið kemur/børnini koma við í tína umsókn um danskan ríkisborgararætt.

Børn, sum eru fylt 12 ár, skulu geva samtykki til at gerast danskir ríkisborgarar.

Hent børneerklæring (pdf)

Børn fødd uttan ríkisborgararætt í Danmark

Serligar reglur eru galdandi fyri børn, sum eru fødd uttan ríkisborgararætt í Danmark.

Læs mere om erhvervelse af dansk statsborgerskab for statsløse børn født i Danmark