Vanliga er tað ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgararætt, at tú hevur búð í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) í samfeld 9 ár. Hetta er ásett í § 7, stk. 1 í rundskrivi nr. 9461 frá 17. juni 2021 um veiting av ríkisborgararætti við lóg.
Tó eru serligar treytir fyri longdina á uppihaldstíð hjá ávísum bólkum av umsøkjarum.
Flóttafólk o.o.:
Persónar, sum eru viðurkend sum flóttafólk ella hava líknandi støðu, og persónar, sum ongan ríkisborgararætt hava, lúka treytinar um uppihald eftir steðg í samfeld 8 ár (§ 7, stk. 2).
Norðurlendskir ríkisborgarar:
Norðurlendskir ríkisborgarar lúka treytina um uppihald eftir steðg í samfeld 2 ár (§ 7, stk. 3).
Hjúnafelagir hjá donskum ríkisborgarum:
Persónar, ið eru giftir við donskum ríkisborgarum, lúka treytina um uppihald eftir steðg í samfeld 6-8 ár alt eftir, hvussu leingi tey hava verið gift (§ 8, stk. 1):
Innkomin áðrenn 15 ára aldur:
Persónar, sum eru komnir til Danmarkar (ella Føroyar/Grønland), áðrenn teir fyltu 15 ár, lúka treytina um uppihald, tá ið teir fylla 18 ár. Tað er ein treyt, at møgulig útbúgving í tíðini í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) hevur verið av donskum slag. Harumframt er tað ein treyt, at tú ikki hevur verið burturstaddur í longri tíð eftir at hava fylt 15 ár.
Útbúgvin í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi):
Persónar, ið hava tikið ein munandi part av útbúgving síni í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi), lúka treytirnar um uppihald eftir steðg í samfeld 5 ár, um útbúgvingin er av donskum slag og hevur vart í minst 3 ár ella frammanundan er lokin við próvtøku ella líknandi roynd (§ 11). Harumframt er tað ein treyt, at tú ikki hevur verið burturstaddur í longri tíð, aftaná at tú ert fluttur til Danmarkar (ella Føroyar/Grønlands).
Fyrrverandi danskir ríkisborgarar, persónar føddir í Danmark, persónar av donskum uppruna ella dansksinnað fólk úr Suðurslesvík:
Serligar treytir eru galdandi fyri persónar, sum hava verið danskir ríkisborgarar fyrr, eru føddir í Danmark ella eru av donskum uppruna og fyri dansksinnað fólk úr Suðurslesvík (§ 13).
Føddur millum 1. januar 1961 og 31. desembur 1978, har móðurin er donsk (prinsessureglan):
Serligar treytir eru galdandi fyri persónar, sum eru føddir í tíðarskeiðnum frá 1. januar 1961 til 31. desember 1978, har móðurin er donsk, og sum kundu fingið danskan ríkisborgararætt, um móðurin í tíðarskeiðnum 1. januar 1979 til 31. desembur 1981 hevði boðað frá donskum ríkisborgararætti (§ 12).
Útlendinga- og Integrasjónsmálaráðið hevur ikki møguleika frammanundan at meta um, hvørt tú ert fevndur av treytunum omanfyri, men tú kanst seta teg í samband við ráðið, um tú hevur vanligar spurningar um treytirnar.
Slitið uppihald
Um tú, meðan tú hevur uppihald í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi), hevur verið burturstaddur í longri tíð ella regluliga ella ofta ferðast uttanlands, kann tað hava týdning fyri, um tú lýkur kravið um uppihald.
Link til faktaark om opholdsafbrydelser (PDF)
Møguleiki fyri undantaki og serliga viðgerð í Ríkisborgararættarnevndini í Fólkatinginum
Í ávísum førum kann ein umsókn verða løgd fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum, soleiðis at har kann avgerast, um undantak kann veitast frá treytini um uppihald. Tað er m.a. føst mannagongd at leggja mál fyri nevndina, har umsøkjarin samanlagt hevur avbrotið uppihaldið í minni enn fimm ár og eftir seinastu komu ikki hevur verið í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) í minst 3 ár (bilag 1, pkt. 1.3), um fráveran stendst av, at umsøkjarin hevur arbeitt uttanlands fyri donsk áhugamál.
Harumframt verða ávís mál løgd fyri nevndina, tá ið ivamál er um, hvørt tú lýkur treytirnar í rundskrivinum. Hetta kann til dømis vera ivamál um, hvørt útisetastørv hjá donskum hjúnafelaga hava verið fyri donsk áhugamál (§ 8, stk. 4 ella 5), ella um ein útbúgving, sum tú hevur tikið í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi), ger mun samanborið við útbúgvingina, sum tú hevur tikið í heimlandinum (§ 11).
Um tú ert fyrrverandi danskur ríkisborgari, og kravið um uppihald ikki er lokið, verður málið kortini altíð lagt fyri nevndina, soleiðis at nevndin kann taka støðu til, um tú kanst verða tikin við í lógaruppskot, hóast tú ikki lýkur tær vanligu uppihaldstreytirnar (bilag 1, pkt. 3).