Sum byrjanarstøði er tað ein treyt fyri at fáa danskan ríkiborgararætt, at tú hevur tíðarmarkleyst uppihaldsloyvi og bústað í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi).
Sum byrjanarstøði er tað er ein treyt, at tú hevur bústað í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi). Tað vil siga, at tú býrt fast í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi). Um tú býrt í Føroyum ella Grønlandi, er tað ein treyt, at tú ert skrásettur á eini føroyskari adressu í Landsfólkayvirlitinum í Føroyum (Umhvørvisstovuni), ella at tú ert skrásettur á eini grønlendskari adressu í Det Centrale Personregister.
Sum byrjanarstøði er tað eisini ein treyt, at tú hevur havt tíðarmarkleyst uppihaldsloyvi í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) í 2 ár við mánaðarlok í tí mánaðinum, tá ið kunngerðin um lógaruppskotið um fráboðan um ríkisborgararætt væntandi verður samtykt. Um tú ert viðurkendur sum flóttafólk, um tú hevur støðu, ið kann javnsetast við tað, ella um tú ongan ríkisborgararætt hevur, er tað ein treyt, at tú hevur havt tíðarmarkleyst uppihaldsloyvi í 1 ár.
Summir umsøkjarar nýtast ikki at lúka fyrru ella báðar treytirnar.
Treytin um tíðarmarkleyst uppihaldsloyvi í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) er ikki galdandi fyri:
Treytin fyri bústað í Danmark (ella Føroyum/Grønlandi) er ikki galdandi fyri:
Útlendinga- og Integrasjónsmálaráðið hevur ikki møguleika frammanundan at meta um, hvørt tú ert fevndur av treytunum omanfyri, men tú kanst seta teg í samband við ráðið, um tú hevur vanligar spurningar um treytirnar.