Tað er ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgararætt, at tú skjalprógvar tínar málsligu førleikar.
Sum byrjanarstøði er tað ein treyt, at tú skjalprógvar tínar førleikar í donskum við prógvi frá Prøve i Dansk 3 ella eina av teimum royndunum, sum eru nevndar í fylgiskjali 3.a til rundskrivið um ríkisborgararætt við lóg.
Fyri umsøkjarar, sum búgva í Føroyum ella Grønlandi metir løgreglan, at um umsøkjarin – uttan at brúka umskrivingar ella onnur mál og við tí mállagi, sum er natúrligt – ótarnaður kann føra eina samrøðu á donskum ella føroyskum/grønlendskum, er tað nøktandi skjalprógv fyri málførleikarnar.
Umsøkjarar, sum búgva í Føroyum ella Grønlandi, og sum hava staðið Prøve i Dansk 3 ella eina av teimum royndunum, sum eru nevndar í fylgiskjali 3.a til rundskrivið um ríkisborgararætt við lóg, verða somuleiðis mettir at lúka treytina.
Møguleiki fyri undantaki
Í ávísum førum kann ein umsókn verða løgd fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum, soleiðis at nevndin kann meta um, hvørt undantak skal gevast frá málsliga kravinum. Framløga kann fara fram, um tú hevur fingið læknaliga staðfest, at tú hevur drúgvan likamligan, sálarligan, kensluligan eller mentaðarligan virkisevnamiss, og tú tí hvørki ert førur fyri, ella tað ikki er líkt til, at málsliga kravið kann lúkast.