Tað er ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgararætt, at tú ert fíggjarliga sjálvbjargin.
Hetta merkir, at tú ikki mást hava fingið hjálp sambært lóggávu, ið kann samanberast við lógina um virknan sosialpolitikk ella integratiónslógina tey seinastu 2 árini.
Hetta merkir eisini, at tú tey seinastu 5 árini ikki mást hava fingið slíka hjálp í meira enn 4 mánaðir til samans.
Veitingar, sum eru fingnar sambært føroyska lóg um almenna forsorg, kunnu sum byrjanarstøði samanberast við veitingar sambært donsku lógunum um virknan sosialpolitikk og integratiónslógina.
Um upplýsingarnar í tínum máli vísa, at tú hevur fingið hjálp sambært lóggávu, ið kann samanberast við donsku lógurnar um virknan sosialpolitikk ella integratiónslógina, verður málið lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum. Nevndin skal taka støðu til, um hjálpin eftir hennara meting kann samanberast við ta lóggávu, sum er nevnd í rundskrivinum, og sum tí kann verða til hindurs fyri upptøku í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt.
Tó er tað loyvt at hava fingið smærri peningarligar stakveitingar, sum ikki eru beinleiðis knýttar at uppihaldi, ella veitingar, ið kunnu samanberast við ella eru í staðin fyri løn ella pensjón.
Um tú fært fyritíðareftirløn ella fólkapensjón, er hetta ikki til hindurs fyri at fáa danskan ríkisborgararætt.
Harumframt verða skifti við dagpeningi (arbeiðsloysisdagpeningur, sjúkradagpeningur ella barsilsdagpeningur) í meira enn samfelt 4 mánaðir ’lagdar afturat’ tí tíðarskeiði, har tú skalt hava verið figgjarliga sjálvbjargin.
Tí eru skifti við dagpeningi í sjálvum sær ikki til hindurs fyri at fáa danskan ríkisborgararætt. Tað er í lagi at fáa ella hava fingið dagpening, meðan umsóknin verður viðgjørd.
Møguleiki fyri undantaki
Í ávísum førum kann ein umsókn verða løgd fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum, so nevndin kann taka støðu til, um undantak skal gerast frá reglunum um fíggjarligt sjálvbjargni.
Framløga fyri Ríkisborgararættarnevndina kann til dømis fara fram, um umsóknin samstundis verður løgd fyri nevndina við atliti at møguleikanum fyri undantaki frá málsliga kravinum, um tú ert sjúkugreinaður hjá lækna fyri drúgvan likamligan, sálarligan, kensluligan eller mentaðarligan virkisevnamiss og tú tí ikki lýkur kravið um danskkunnleika og kravið um fíggjarligt sjálvbjargni. Í slíkum føri fer Ríkisborgararættarnevndin at taka støðu til, um undantak kann gerast frá báðum krøvunum.
Um tú lýkur málsliga kravið, men ikki lýkur kravið um fíggjarligt sjálvbjargni orsakað av skjalprógvaðum drúgvum virkisevnamissi, kann málið eisini verða lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum við atliti at møguligum undantaki frá kravinum um fíggjarligt sjálvbjargni.
Harumframt kann tín umsókn møguliga eisini verða løgd fyri Ríkisborgararættarnevndina við tí ætlan at veita undantak í hesum førum:
Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið kann ikki frammanundan meta um, hvørt tú ert fevndur av omanfyri nevndu treytum. Tó kanst tú seta teg í samband við ráðið, um tú hevur vanligar spurningar um treytirnar.