Arbeiði

Tá tú søkir um danskan ríkisborgararætt, skalt tú sum byrjanarstøði lúka tvey krøv um arbeiði.

Tað er sum byrjanarstøði ein treyt fyri at verða upptikin í lógaruppskoti um fráboðan um ríkisborgararætt, at tú lýkur arbeiðskravið, sum er býtt í tveir partar.

Tú skalt hava verið í vanligum fulltíðarstarvi í minst 3 ár og 6 mánaðir ella hava framt sjálvstøðuga vinnu, ið kann samanberast við tað tey seinastu 4 árini.

Harumframt er tað ein treyt, at tú skalt arbeiða (hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin), tá ið lógaruppskotið um fráboðan um ríkisborgararætt verður lagt fram.

Vanliga verða lógaruppskot um fráboðan um ríkisborgararætt løgd fram tvær ferðir um árið – í apríl og oktobur.

Um tíni viðurskifti broytast, eftir at tú hevur latið umsókn inn um danskan ríkisborgararætt, t.d. um tú fært ein nýggjan arbeiðsgevara ella byrjar/steðgar eina útbúgving, skalt tú boða okkum frá og samstundis senda dagførda skjalprógvan.

Tú skalt hava arbeitt í minst 3 ár og 6 mánaðir

Vanligt fulltíðarstarv er arbeiði í minst 120 arbeiðstímar um mánaðin.  Arbeiðstímarnir verða uppgjørdir fyri hvønn einstakan mánað. Tú kanst sostatt ikki savna arbeiðstímar saman í ein mánað fyri at brúka teir ein annan mánað. Tú kanst saktans hava fleiri størv og fleiri arbeiðsgevarar og sostatt arbeiða 120 tímar um mánaðin til samans.

Barsil, frítíð og onnur frávera

Um tú hevur verið í barsil ella havt aðra fráveru, t.d. vegna sjúku, kanst tú framvegis lúka arbeiðiskrøvini, um fráveran er farin fram sambært einum starvsviðurskifti. Í slíkum førum skalt tú skjalprógva hetta, t.d. við at lata inn tín starvssetanarsáttmála og/ella eitt ummæli frá arbeiðsgevaranum.

Frítíð kann eisini teljast sum fulltíðararbeiði, um tú sendir inn skjalprógv fyri frítíðina, t.d. lønarseðil, har frítíðartíðarskeiðið sæst, ella prent frá frítíðarkontu (www.borger.dk).

Útbúgving

Útbúgving verður ikki roknað sum arbeiði, heldur ikki starvslæra.

Um tú hevur lestrarstarv ella eitt fulltíðarstarv við síðuna av útbúgvingini, telur tað við sum vanligt arbeiði, tá roknað verður uppí, um tú lýkur arbeiðskravið (tú kanst lesa meira um aðrar møguleikar fyri at søkja um danskan ríkisborgararætt fyri ung her á síðuni).

Næmingastarv – Starvslæra við útbúgvingaravtalu við eina vinnufyritøku

Um tú ert í holt við ella hevur lokið eina yrkisútbúgving, kann tíðin við útbúgvingaravtalum roknast sum arbeiði.

Útbúgvingin skal vera fevnd av lógini um yrkisútbúgvingar, og tú skalt hava gjørt eina útbúgvingaravtalu við ein arbeiðsgevara. Til dømis kann hetta vera ein útbúgvingaravtala við eina kommunu, ið vísir, at tú ert settur sum sosial- og heilsuhjálparanæmingur. Tú skalt senda okkum avrit av útbúgvingaravtaluni saman við umsóknini.

Um tú hevur egna fyritøku 
 
Tú kanst lúka arbeiðskrøvini, um tú rekur tína egnu fyritøku. Tað er tó ein treyt, at fyritøkan er høvuðsyrki, ið hevur til endamáls at tryggja fíggjarligt sjálvbjargni. Tað er tín partur í virkseminum, sum er avgerandi fyri, um fyritøkan kann koma upp í part í arbeiðskrøvunum. Tí skalt tú skjalprógva, at tín partur í virkseminum kann javnmetast við fulltíðararbeiði (løntakaraarbeiði í minst 30 tímar um vikuna ella 120 tímar um mánaðin).

Um tú hevur egna fyritøku, skalt tú saman við tíni umsókn:

  • Greiða frá tínum arbeiðsavriki í fyritøkuni, støddina á fyritøkuni, umsetningi, avgreiðslutíðum, kundagrundarlagi, prísum o.a.
  • Leggja skjalprógv hjá fyri ognarrættin í fyritøkuni, skrásetingarváttanir frá skattamyndugleikunum viðvíkjandi skrásetingar-nr./CVR-nr., møguliga mvg-skuld og lønareftirhaldsskyldu
  • Møguligar útgreinaðar mvg-ásetingar fyri alt tíðarskeiðið, t.d. kvittanir frá skattamyndugleikunum fyri mvg-frágreiðing
  • Áteknaðan ársroknskap fyri alt tíðarskeiðið við upplýsingum um umsetning. Um roknskapurin hevur grannskoðaraváttan, skal grannskoðarin eisini skriva undir
  • Fyribils roknskap ella aðra uppgerð av umsetninginum fyri núverandi ár, t.d. saldojavni – skjalprógvið skal vera undirskrivað.

Harumframt skalt tú lata inn tínar persónligu ársfrásagnir frá skattamyndugleikunum fyri seinastu 4 árini.

Arbeiði uttanlands

Arbeiði uttanlands kann í ávísum førum teljast við í uppgerðini av, um tú lýkur arbeiðskravið. Um tú hevur arbeitt uttanlands, og tú vilt hava tað talt við í uppgerðina, er tað umráðandi, at tú sigur okkum frá og sendir okkum skjalprógv fyri tað. Skjalprógv kunnu t.d. vera starvssáttmálar, lønarseðlar ella ummæli frá arbeiðsgevarum.

Um tú hevur arbeitt uttanlands í sambandi við, at hjúnafelagi tín hevur verið útisettur, skalt tú eisini lata inn skjalprógv fyri útisetri hjá hjúnafelaganum. Í mesta lagi 2 ára arbeiði í útisetri kann teljast við í uppgerðini av, um tú lýkur treytirnar um minst 3 ár og 6 mánaða arbeiði seinastu 4 árini. Um talan er um annað arbeiði uttanlands, kann í mesta lagi 1 ár teljast við í uppgerðini.

Tú skalt framvegis arbeiða

Tað er ein treyt, at tú hevur tilknýti til arbeiðsmarknaðin (ert í arbeiði), tá ið lógaruppskotið um fráboðan um ríkisborgararætt verður lagt fram.

Tað er ikki ein treyt, at títt núverandi starv er fulltíðarstarv, um tú annars lýkur treytina um at hava arbeitt í minst 3 ár og 6 mánaðir seinastu 4 árini. Tú skalt tó arbeiða minst 15 tímar um vikuna.

Tú kanst lúka kravið, um tú ert løntakari í einum óuppsøgdum starvi við óavmarkaðari starvstíð, ella um tú á annan hátt kanst skjalprógva, at tú arbeiðir og framvegis væntar at arbeiða, t.d. um tú ert løntakari í tíðaravmarkaðum starvi, har eitt munandi tíðarskeið er eftir. Tú kanst eisini lúka kravið, um tú hevur egna fyritøku.

Tú lýkur ikki treytina um framhaldandi at arbeiða, um tú:

  • ert undir útbúgving ella í starvsvenjing
  • ert í óløntum starvi
  • arbeiðir sum avloysari á vikarstovu
  • arbeiðir minni enn 15 tímar um vikuna
  • arbeiðir í eini fyritøku, sum er undir avtøku, hevur boðað frá gjaldssteðgi ella er farin á húsagang
  • hevur egna fyritøku, sum er undir avtøku, hevur boðað frá gjaldssteðgi ella er farin á húsagang

tá ið lógin, sum tú ert upptikin sambært, verður løgd fram.

Kann sleppast undan arbeiðskrøvunum?

Pensjónistar

Um tú ert komin í fólkapensjónsaldur ella hevur fingið fyritíðareftirløn ella eldraeftirløn, verður tú mettur at lúka arbeiðiskrøvini.

Persónar við breki

Tú kanst søkja um undantak frá arbeiðskravinum, um tú vegna brek ikki lýkur arbeiðskravinum.  Um tú vilt søkja um undantak, skalt tú skjalprógva við dagførdari læknaváttan, at brek (drúgvur likamligur, sálarligur, kensluligur eller mentaðarligur virkisevnamissur) hevur forðað tær at vera í vanligum arbeiði.

Ung

Um tú ert undir 22 ár og kom til Danmarkar (ella Føroyar/Grønland), áðrenn tú fylti 8 ár, og tú annars lýkur hinar treytirnar, kanst tú eisini søkja um undantak. Tað kann vera ein fyrimunur at senda eina motiveraða umsókn, har tú t.d. greiðir frá grundarlagnum fyri, at tú vilt hava danskan ríkisborgararætt og grundina til, at tú ikki lýkur arbeiðiskravið. Tú kanst eisini senda skjalprógv, sum tú vilt hava verður lagt aftrat málinum til Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum. Skjalprógv kunnu t.d. vera útbúgvingarskjøl, starvssáttmálar, skjalprógv fyri sjálvboðið arbeiði við t.d. ummæli frá arbeiðsstaðnum ella líknandi.

Ómyndug, persónar uttan ríkisborgararætt, fyrrverandi danskir ríkisborgarar o.a.

Summir persónar sleppa eisini undan kravinum um arbeiði. Hetta er millum annað galdandi fyri ómyndug, ávísar persónar, ið eru føddir uttan ríkisborgararætt í Danmark, fyrrverandi danskar ríkisborgarar, persónar av donskum uppruna og persónar, sum eru giftir við donskum ríkisborgara og sum, tá ið málið verður viðgjørt ráðnum, búgva uttanlands, tí hjúnafelagin arbeiðir har fyri donsk áhugamál. Tú kanst lesa meira um, hvørjir persónsbólkar eru undantiknir frá arbeiðskravinum í § 23 A, stk. 4 í rundskrivinum.