Tað er týdningarmikið, at tú tryggjar tær, at treytirnar eru lúkaðar, tá ið tú sendir umsóknina. Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið letur ikki umsóknir hvíla við tí endamáli, at ein umsøkjari lýkur treytirnar í rundskrivinum, eftir at umsóknin er latin inn. Eru krøv, sum tú heldur, at tú ikki eigur at halda, skalt tú minnast til at upplýsa tað í umsóknini. Tú skalt eisini leggja møgulig viðkomandi skjalprógv við.
Í summum førum ber til at fáa undantak frá einari treyt ella fleiri treytum um ríkisborgararætt við lóg. Tað er bara Ríkisborgararættarnevndin í Fólkatinginum, ið kann veita undantak frá treytunum í rundskrivinum um ríkisborgararætt við lóg. Uttanríkis- og Integratiónsmálaráðið hevur sostatt ikki heimild til at veita slíkt undantak. Undantak treytar tí, at títt mál verður lagt fyri nevndina.
Tað skal viðmerkjast, at undantak frá treytunum í rundskrivinum í hvussu so er krevur, at meirilutin í nevndini er sinnaður at veita undantak. Tað verður avgjørt út frá eini ítøkiligari og einstakari meting av hvørjum umsøkjara.
Títt mál kann verða lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum í hesum førum:
Framløga sambært rundskrivið
Í rundskrivinum um ríkisborgararætt við lóg stendur, at títt mál verður lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum í ávísum førum. Tú kanst lesa meira um møguleikan fyri at fáa títt mál lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina sambært rundskrivið í frágreiðingini um tær einstøku treytirnar.
Framløga sambært fastari mannagongd
Sambært fastari mannagongd leggur Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið harumframt ávís mál fyri Ríkisborgararættarnevndina, so at nevndin kann taka støðu til, um undantak kann veitast frá eini ella fleiri treytum, hóast hetta ikki beinleiðis stendur í rundskrivinum. Ráðið leggur m.a. títt mál fyri nevndina, um:
Tú kanst lesa meira um møguleikan fyri at fáa títt mál lagt fyri Ríkisborgaranevndina eftir fastari mannagongd í frágreiðingini um tær einstøku treytirnar og einstøku málini.
Framløga eftir umbøn frá Ríkisborgararættarnevndini í Fólkatinginum
Ríkisborgararættarnevndin í Fólkatinginum kann biðja um at fáa eitt mál lagt fram við atliti at møguligum undantaki.
Undantak er í øllum førum treytað av, at meirilutin í nevndini er sinnaður at veita undantak. Tað verður avgjørt út frá eini ítøkiligari og einstakari meting av hvørjum umsøkjara.
Um tú vilt hava títt mál lagt fyri Ríkisborgararættarnevndina í Fólkatinginum, skalt tú sjálvur seta teg í samband við ein ella fleiri limir í nevndini og biðja um undantak. Tað eru eingi krøv um, hvussu ein slík umbøn skal síggja út. Gjørt verður vart við, at tú ikki hevur krav upp á at fáa títt mál fyri nevndina. Tað stendur til tann einstaka nevndarlimin at taka støðu til, um hann ella hon vil biðja um, at málið verður lagt fyri nevndina.