Fyrrverandi danskir ríkisborgarar

Hevur tú verið danskur ríkisborgari fyrr, kanst tú undir ávísum treytum fáa danskan ríkisborgararætt aftur við váttan.

Lýkur tú bústaðartreytirnar

Lýkur tú sum fyrrverandi danskur ríkisborgari ávísar treytir um bústað, kanst tú fáa danskan ríkisborgararætt við váttan.

Lýkur tú ikki bústaðartreytirnar (skiftisskipan)

Hevur tú sum fyrrverandi danskur ríkisborgari mist tín danska ríkisborgararætt sambært fyrr galdandi § 7 í lógini um danskan ríkisborgararætt við at søkja um annan ríkisborgararætt áðrenn 1. septembur 2015, kanst tú í tíðarskeiðinum frá 1. juli 2021 til 30. juni 2026 fáa danskan ríkisborgararætt aftur við at lata Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum eina skrivliga váttan.