Ríkisborgararættur hjá norðurlendskum ríkisborgarum yvir 18 ár, sum búgva í Danmark, Føroyum ella Grønlandi.
Tú kanst fáa danskan ríkisborgararætt við fráboðan, um tú ert ríkisborgari í Íslandi, Finnlandi, Noregi ella Svøríki og hevur fingið hann á annan hátt enn við lóg – tað vil siga, at tú skalt hava fingið ríkisborgararættin automatiskt gjøgnum annað av foreldrunum við føðing, um foreldrini seinni giftast ella við ættleiðing. Harumframt skal umsøkjarin:
Dentur verður í fyrsta umfari lagdur á upplýsingar frá Det Centrale Personregister (CPR), tá mett verður um bústaðartíðarskeið í Danmark.
Um tú býrst í Føroyum ella Grønlandi, kann ein bústaðarskrásetingarváttan frá bústaðarkommuni ella frá Landsfólkayvirlitinum verða nýtt sum grundarlag. Støði verður tikið í faktiska innferðardegnum í Føroyum ella Grønlandi.
Vanligar frítíðarferðir og líknandi eru ikki ein forðing fyri at fáa danskan ríkisborgararætt við fráboðan.
Les meira her: Hvis man er over 18 år og ikke har fået nordisk statsborgerskab ved naturalisation.
Serlig atlit viðvíkjandi eykapersónum
Fyri at eitt barn samstundis kann fáa danskan ríkisborgararætt, er tað ein treyt, at annað av foreldrunum hevur part í foreldramyndugleikanum, at barnið er ógift, undir 18 ár og býr her í ríkinum. Harumframt krevst, at barnið lýkur somu levnaðarkrøv, sum verða kravd av foreldrunum. Um barnið stendur undir felags foreldramyndugleika, skal hin foreldramyndugleikaánarin geva sítt samtykki til, at barnið fær ríkisborgararætt saman við tann av foreldrunum, ið gevur fráboðanina.
Fyri eitt ættleitt barn er tað eisini eitt krav, at ættleiðingin fylgir galdandi donskum lógum.
Býrt tú fast í Føroyum, tá ið boðað verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Føroyum:
https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/indfoedsret/statsborgerskab-ved-erklaering/
Býrt tú fast í Grønlandi, tá ið boðað verður frá, skalt tú senda fráboðanina til Ríkisumboðið í Grønlandi:
https://www.rigsombudsmanden.gl/sagsomraader/indfoedsret/
Gjørt veður vart við, at ein fráboðan um danskan ríkisborgararætt kostar 1.100 kr.
Vegleiðing um fráboðanarskjalið og spurningar um viðgerðartíð o.a. fæst hjá Ríkisumboðnum í Føroyum og Ríkisumboðnum í Grønlandi.