Danskir ríkisborgarar, sum eru føddir uttanlands, koma undir reglurnar í ríkisborgararættarlógini um miss (§ 8). Hetta merkir, at ein persónur automatiskt missir sín danska ríkisborgarætt, tá ið hann fyllir 22 ár, um hann ongantíð hevur búð í ríkinum (Danmark, Grønlandi og Føroyum) ella hevur verið her, uttan at steðgurin hevur bent á tilknýti.
Bústaður
Vanliga verður ein persónur mettur at hava búð í ríkinum, um hann hevur verið skrásettur við bústaði í Danmark ella Grønlandi í minsta lagi samfelt 3 mánaðir í Det Centrale Personregister (CPR) og í Føroyum, um hann hevur verið skrásettur við bústaði í minsta lagi 3 samfeldar mánaðir í Landsfólkayvirlitinum. Vanliga verður ein persónur somuleiðis mettur at hava búð í ríkinum, um hann kann prógva, at hann hevur havt bústaðaradressu í ríkinum í minst samfeldar 3 mánaðir, og grundgevingin og umstøðurnar í sambandi við uppihaldið hava verið av slíkum slag, at tað bendir á, at tað frá byrjan varð ætlað at vara í minst tríggjar mánaðir. Bústaður í einum øðrum norðurlandi í til samans minst 7 ár kann eisini javnmetast við bústað í ríkinum.
Uppihald
Vanliga verður ein persónur mettur at hava búð í ríkinum undir umstøðum, ið benda á tilknýti til Danmark, Føroyar ella Grønland, um hann, áðrenn hann fyllir 22 ár, samanlagt hevur búð í ríkinum í minst 1 ár. Um persónurin ikki hevur búð í ríkinum í eitt heilt ár, kann kravið verða mett lúkað, um alt uppihaldið er næstan 1 ár, og onnur viðurskifti viðvíkjandi steðginum benda á, at viðkomandi hevði eitt aktuelt og persónligt tilknýti til ríkið, tá ið hann fylti 22 ár. Reglurnar merkja, at ein persónur automatisk varðveitir sín danska ríkisborgararætt, tá ið hann fyllir 22 ár, um hann hevur steðgað í ríkinum í eitt ávíst tíðarskeið, sí omanfyri.
Onnur tilknýtisatlit
Um ein persónur ikki lúkar kravið um bústað ella uppihald í Danmark, Føroyum ella Grønlandi, sí omanfyri, kann tað – eftir eini ítøkiligari meting av tilknýtinum hjá viðkomandi til Danmark, Føroyar ella Grønland og við støði í eini umsókn, ið verður latin inn, áðrenn viðkomandi fyllir 22 ár – kortini verða avgjørt, at ríkisborgararætturin verður varðveittur. Metingin verður gjørd út frá teimum viðurskiftum, ið vóru galdandi, tá umsøkjarin fylti 22 ár.
Í øllum førum er tað ein treyt fyri at varðveita ríkisborgararættin, at neyðug skjøl eru til taks, sum prógva upplýsingarnar um bústað ella uppihald, eins og møguligt annað tilknýti til ríkið.
Persónar, sum eru føddir uttanlands, kunnu søkja um prógv fyri varðveitslu av sínum danska ríkisborgararætti.
Umsóknin verður latin inn á einum serligum umsóknarblaði, sum er her:
Hent skema til ansøgning om bevis for eller bevarelse af dansk statsborgerskab (pdf)
Gev gætur, at umsókning um prógv fyri varðveitslu av donskum ríkisborgararætti kostar 1.200 kr.