Reglurnar um at fáa danskan ríkisborgararætt automatiskt fylgja ríkisborgararættarlógini. Í ávísum førum fær ein persónur automatiskt danskan ríkisborgararætt. Í galdandi ríkisborgararættarlóg eru ásettar reglur um, í hvørjum førum danskur ríkisborgararættur fæst við føðing, tá ið foreldrini giftast eftir føðingina og við ættleiðing.
Yvirhøvur kann upplýsast, at børn, sum eru fødd tann 1. juli 2014 ella seinni, automatiskt fáa danskan ríkisborgararætt við føðing, um minst annað av foreldrunum er danskt.
Reglurnar um, at børn fødd áðrenn 1. juli 2014 automatiskt fáa danskan ríkisborgararætt, eru broyttar fleiri ferðir, og um barnið automatiskt hevur fingið danskan ríkisborgararætt, veldst um ta ríkisborgararættarlógina, ið var galdandi, tá ið barnið varð føtt, tá ið foreldrini giftust, ella tá ið barnið varð ættleitt.
Í hesum sambandi kann vísast á yvirlitsskrá yvir ríkisborgararættarlóggávuna gjøgnum árini, ið er her:
Oversigt over statsborgerskabslovgivningen gennem årene
Gev gætur, at reglurnar um at fáa danskan ríkisborgararætt automatiskt eru øðrvísi fyri persónar, sum eru føddir í Føroyum og Grønlandi. Hetta kemst av, at lógarbroytingar í ríkisborgararættarlógini eftir 2016 ikki eru settar í gildi í Føroyum ella Grønlandi.
Persónar, ið hava fingið danskan ríkisborgararætt við føðing, tá ið foreldrini giftust ella við ættleiðing, kunnu søkja um prógv um sín danska ríkisborgararætt – eitt sonevnt ríkisborgararættarprógv.
Gev gætur, at tað kostar 1.200 kr. at søkja um danskan ríkisborgararætt. Umsóknin verður latin inn við einum serligum umsóknarblaði, ið er her:
Skjalprógv fyri at fáa danskan ríkisborgararætt
Í sambandi við viðgerð av umsókn um prógv um danskan ríkisborgararætt metir Útlendinga- og Integrasjónsmálaráðið, um umsøkjarin hevur fingið danskan ríkisborgararætt. Í metingini er neyðugt at leggja hesi skjøl við:
Umsóknir við útlendskum familjurættarligum skjølum
Útlendinga- og Integrasjónsmálaráðið viðger útlendsk føðibrøv og hjúnabandsváttanir sambært leiðbeining hjá Ankestyrelsen um prógv fyri rættleikan av útlendskum familjurættarligum skjølum.
Hetta merkir, at familjurættarlig skjøl frá ávísum londum skulu vera apostilluáteknað ella løgfest av einari danskari sendistovu í landinum, har skjalið er skrivað út.
Skjøl frá hesum londum skulu ikki apostilluáteknast ella løgfestast:
Skjøl úr londum, sum ikki eru nevnd á listanum, skulu antin latast inn sum upprunaskjøl við apostilluátekning ella løgfesting saman við umsóknini. Vit gera vart við, at um skjøl skulu løgfestast ella apostilluáteknast, skal hetta gerast, áðrenn umsóknin verður latin inn.
Viðmerkjast skal, at kravið frá Útlendinga- og Integrasjónsmálaráðnum um upprunaskjøl við antin appostilleátekning ella løgfesting frá danskari sendistovu í tí landi, har skjalið er útskrivað, bara er galdandi fyri tey skjøl, sum eru viðkomandi fyri metinginga av, um ein umsøkjari hevur fingið danskan ríkisborgararætt.
Vegleiðingar um apostilluátekning og løgfesting av skjølum eru á heimasíðuni hjá Familieretshuset: https://familieretshuset.dk/